Ársins kanska besti dystur higartil var dagsins grannauppgerð í Gundadali. Úrslitið lýsti væl gongdina hjá báðum liðunum síðstu tíðina. B36 var betra liðið á nógvum økjum, men HB tók av, tá dysturin skuldi avgerast.
Ársins fyrsta grannauppgerð í Gundadali bleiv sera undirhaldandi. Tað byrjaði beinanvegin, tá HB skoraði, tá Jakob Johansson skoraði eftir at bólturin kom útfrá stongini. Eftir hetta tók B36 yvir og var betra liðið stórt sæð restina av dystinum. Útjavnandi málið kom eisini í seinna hálvleiki, tá ársins fyrsta mál í spæli kom móti HB, har Anton Søjberg spældi innskifta Mattias Hellisdal leysan. Eftir hetta var tað B36, sum framvegis sat á dystinum og líktist einum vinnara, um ein vinnari skuldi koma, men B36 tók ikki av. Ístaðin var tað innskifti Leivur Guttesen, sum úr høgru sendi máltin upp í málhornið og staðfesti við vakra málinum, at hetta er árið, har hann fær sítt stóra gjøgnumbrot. B36 royndi at svara aftur, men tað var sum, at eitt sindur av luftini fór úr ballónini, tá Bjarki Nielsen og Jann Benjaminsen blivu skiftir út.
Umstríddar dómaravgerðir
B36, sum ongan leikara hevði í uppstillingini, sum hevði fullan uppvøkstur í felagnum sum ungdómsleikari (Símun Sólheim nøkur ár), helt seg eiga tvey brotsspørk í seinna hálvleiki. Einaferð tóktist tað rættuliga týðiligt, at Marius K. Lindh bleiv fýrdur um koll í deyðbóltsstøðu, og so var tað ein støða, har Bjarki Nielsen bleiv púra leysur, men datt í nærdysti við Ása P. Dam. Dagfinn Forná valdi at geva Bjarga gult kort fyri sjónleik. Hinvegin vóru eisini røddir um at fleiri reyð kort skuldu verið givin. Rani í Soylu og Magnus Egilsson høvdu tvær sera ógvusligar taklingar, sum vóru mettar til gul kort av dómaranum og sum í báðum førum gjørdu, at HB-leikararnir blivu útskiftir. Og so framdi Bartal Wardum einaferð brot, sum B36-arnir hildu verða til kort tvær ferðir í somu hending.
Ársins besti dystur
Hesin dysturin var besti dystur, sum vit hava sæð higartil í Betri Deildini í 2024. Hann hevði tað mesta. Spenning frá byrjan til enda, fleiri og eisini flott mál og nógvar málmøguleikar, høga leikferð og nógvar støður, har dómarin hevði eina trupla uppgávu at taka støðu til, hvørjir dómar skuldu gevast. Nógvar av støðunum fæst heldur neryvan semja um millum fakfólk. B36 var leikliga omaná stórsta partin av dystinum og hevði fleiri málmøguleikar. Útfrá hesum dystinum kundi tað sæð út sum, at leikararnir leggja alla orku í at spæla fyri trýsta Dan Brimsvík. HB sigst hava vant sera nógv í ár undir fyrrverandi Superligavenjaranum Adolfo Sormani og góður kropsligur formur kastar vanliga ofta avgerandi mál av sær síðstu løturnar. Tað sóu vit hesaferð eins og vit sóu, tá HB vann 1-0 á KÍ. HB hevur marginalarnir við sær og staðfesti eina góða byrjan uppá landskappingina og sær út sum klárt besta boði uppá ein avbjóðara til Víking um FM 2024, meðan B36 ikki hevði ligið so illa fyri sum teir gera, um avrikini oftari vóru sum hesaferð.
Bæði liðini eiga sín stóra heiður í, at hetta bleiv ársins besti dystur í Betri Deildini higartil í 2024. Ein framúr lýsing fyri føroyskan fótbólt.